Byggiíløgur fyri 80 milliónir krónur, sum ætlanin var at gera næsta ár, verða nú útsettar til seinni. Tað er úrslitið, nú samgongan hevur lagt uppskotið fyri fíggjarlóg fyri næsta ár, fyri Løgtingið.
Samgongan hevur áður boðað frá, at íløgur, sum kravdi nógvar handverkarar fóru at verða útsettar. Endamálið er at tálma virkseminum í byggivinnuni fyri at fáa hondverkarar til taks at byggja bústaðir ístaðin. Men endamálið er eisini at køla búskapin eitt sindur, nú tað er so nógv at gera, serliga í byggivinnuni.
Íløgurnar, sum verða útsettar, verða kortini fyrireikaðar, so at tað er klárt at fara undir tær, tá ið rætta løtan er og búskapurin er kólnaður eitt sindur aftur, kanska í 2020 ella í 2021. Soleiðis ger landið sítt til at skapa meira javnt virksemi í landinum og til at lækka kostnaðarstigið, so at meiri fæst fyri hvørja krónu. Harumframt er endmálið at frígeva hendur til bústaðarbygging, sigur samgongan.
Í 2019 verða í høvuðsheitum hesar størri løgur gjørdar: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús, Eysturoyartunnilin, Sandoyartunnilin, Hvalbiartunnilin, Dalstunnilin, nýtt skip til Strandferðsluna, havrannsóknarskip og verkætlanin, Talgildu Føroyar.
Men so eru tað aðrar verkætlanir, ið krevja nógvar hondverkarar, men sum verða útsettar. Ein av hesum verkætlanum, sum verða útsettar, er nýtt hús til Sjóvinnustýrið. Ætlanin er kortini at keypa grundstykki í ár og gera klárt at byggja, so klárt, tá ið rætta løtan er.
Ætlaða Tjóðleikhúsið í Tórshavn, verður eisini útsett. Kortini verður uppskot um at byggja tað, lagt fyri Løgtingið í næstum, umframt at fyrireikingarnar annars, halda fram. Í hesum sambandi er eisini lætlanin at fáa onnur enn landið at fíggja Tjóðleikhúsið, kanska grunnar, stavnar, fyritøkur, feløg, kommunur, ella, hvat tað kann vera.
Somuleiðis er Miðnámsskúlin í Kambsdali eisini útsettur, men eisini har halda fyrireikingarnar fram, og ætlanin at byggja eftirskúla í Suðuroy, er somuleiðis útsett.
Harumframt verður peningur settur av til at fyrireiki arbeiðið at byggja ein Listaskúla í Sandoy. Men so eru tað eisini aðrar verkætlanir, sum ikki fara í gongd í ár, men næsta ár, tí fyrireikingarnar ikki eru lidnar. Her er talan um Vardar bústaðir og bústovnar, Húsarhaldsskúlin í Klaksvík og Ítróttarháskúlin í Vági.
Eftir ætlan verður eisini farið undir eftirskúla á Tvøroyri næsta summar, men fyribils skal skúlin húsast í onkrum høli, sum er til taks, til ein endalig loysn er funnin fyri, hvar hann skal vera.










