Hesaferð rakk tað hjá FC Suðuroy

Búi Egilsson var einsamallur málskjútti, tá ið næstbesta HB liðið vitjaði á Vágseiði

Tað kendist at vera stórt vónbrot í heimaleguni, tá ið teir næstbestu hjá Víkingi fyri einari viku síðani fóru úr Vági og norður aftur við 2-1 sigri, eftir at FC Suðuroy hevði verið á odda, og eftir at Víkingur skoraði sigursmálið, tá ið tað restaðu seks minuttir.

 

Í dag átti FC Suðuroy nýggjan møguleika á heimavølli. Tað var ímóti teimum næstbestu hjá HB. Hesaferð hilnaðist betri. Fimm minuttir eftir steðgin legði Búi Egilsson FC Suðuroy framum, og hetta vísti seg at vera einasta málið á Vágseiði ídag.

 

Sigurin ber við sær, at FC Suðuroy er á triðja plássi. Í Vági hugsa teir í løtuni neyvan so nógv um møguleikan at flyta upp, tí tað eru fýra stig fram til EB/Streym, sum hevur spælt ein dyst færri enn FC Suðuroy.

 

HB, sum í dag var mannað við nógvum unglinum, er triði niðast – eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna.