Tað er synd at siga, at talan er um oyðsl við málum, tá ið Skála og KÍ takast í landskappingini. Hesa ferð vitjaði KÍ á Skála, og klaksvíkingar vunnu 1-0. Hetta var triðja ferðin í ár, at úrslitið var 1-0. Fyrr í summar hevur Skála vunnið 1-0 á heimavølli ímóti KÍ, og KÍ hevur vunnið 1-0 á heimavølli ímóti Skála.
Einsamalla málið skoraði miðvallarin Kristian á Lakjuni, tá ið eitt korter var eftir: Eftir frísparksinnlegg frá Heðini á Lakjuni innfyri, sendi Paul Clapson við høvdinum innfyri aftur, og á brotsteigarmarkinum lyfti Kristian á Lakjuni bóltin upp um Predrag Markovic og í málið. Skálamenn vildu vera við, at Paul Clapson hevði gjørt fríspark, men tað var dómarin ikki samdur við teimum í.
Skála hevði eftir steðgin verið væl við, og eftir KÍ leiðslumálið royndi heimaliðið at leggja trýst á. Sendingarnar vóru ofta høgar í brotsteigin, og har vóru Ovi Nysted og Kaj Ennigarð, sum kom á vøllin beinanvegin eftir steðgin, omaná.
Tað var alla tíðina spennandi, hóast intensiteturin og ferðin ivaleyst hava verið hægri áður.
Sigurin kom væl við
Skála, sum saknaði Rúna Rasmussen í miðverjuni og Paula G. Hansen á miðvøllinum, hevði í 1. hálvleiki eina góða støðu, men í tí Slavisa Kaplanovic, sum var einsamallur á toppinum, royndi seg, varð skotroyndin blokerað.
Hesa ferð var Denni Conteh frá fyrsta bríksli undir liðini á Paul Clapson í KÍ álopinum. Denni hevði tvær góðar royndir í 1. hálvleiki. Í fyrra førinum vardi Predrag Markovic meistarliga fyri frísparksroynd hjá danska álopsspælaranum, og í seinna førinum bendi málverjin bóltin á tvørtræið.
Kristoffur Jacobsen hevur nógvu tær seinastu ferðirnar verið mest eyðsýndi KÍ spælarin. Hesa ferð var U21 landsliðsspælarin ikki so væl upplagdur, og eftir steðgin varð Jan Andreasen fluttur úr miðverjuni og fram á sentrala miðvallarplássið.
Eftir trý tap við samlaða málmuninum 3-12! var sigurin kærkomin hjá klaksvíkingum, sum í tveimum teimum seinastu umførunum eiga stórar avbjóðingar: HB í Gundadali og NSÍ í Klaksvík.
Í kappingini við eitt nú KÍ um fimta plássið tykist skráin vera munandi lættari hjá Skála. Í næstsíðsta umfari skulu skálamenn vitja í Gøtu, og í síðsta umfari eiga teir heimavøll ímóti AB.