Seinastu vikurnar hevur gingið illa hjá besta HB liðnum at finna vegin til meskarnar hjá mótstøðuliðunum. Eitt nú endaði tað málleyst, tá ið HB fyri stuttum vitjaði á Toftum.
Í kvøld var næstbesta liðið hjá HB á Toftum og spældi ímóti næstbesta liðnum hjá B68, og hesa ferð var eingin trupulleiki hjá HB at skjóta mál. Havnarmenninir høvdu bóltin nógv størsta partin av tíðini, og hóast B68 eisini hevði málmøguleikar, so var eingin ivi um, hvør fór at vinna.
Tummas Hans Rubeksen setti hol á tíggju minuttir fyri hálvleik, tá ið hann sneiddi framvið fleiri, áðrenn hann setti bóltin í netið. Fýra minuttir seinni økti Pætur Jørgensen til 2-0, eftir at Janus M. Joensen hevði lagt innfyri úr vinstru.
Páll M. Joensen staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu tríggir minuttir. Páll sneiddi framvið tveimum mótstøðumonnum í brotsteiginum, áðrenn hann sendi bóltin í málið.









