Hesa ferð eru næstbestu liðini væl mannað

Tað er fult umfar í næstbestu deildini í fótbólti á skránni ídag. Toppliðið HB skal spæla á Skála, har heimaliðið stríðist fyri at halda tørn um møguleikan at vinna uppflyting. B68 er næstovast, og í dag skulu toftamenn spæla við Stórá í Trongisvági. FC Suðuroy er á fjórða plássi, og í dag skal FC Suðuroy spæla í Klaksvík.

B36 eigur heimavøll ímóti B71, og Víkingur eigur heimavøll ímóti EB/Streymi.

 

Tað kann roknast við, at liðini hjá teimum feløgunum, sum eisini eru umboðað í bestu deildini, vera væl mannað í dag. Orsaka av at bæði a-landsliðið og U-21 landsliðið spæla í hesum døgum, so er einki umfar í EFFO deildini hetta vikuskiftið.

 

Tað er loyvt ungu monnunum at spæla bæði leygardag og sunnudag. Lyklaspælararnir á besta liðnum plaga vanliga at spæla lítið og summir einki á næstbesta liðnum. Hesa ferð er øðrvísi. Ivaleyst fara fleiri teirra at fáa fulla tíð á vøllinum ídag. Tí kann roknast við, at tað eitt nú verður strevið hjá FC Suðuroy í Klaksvík, hjá B68 í Trongisvági, hjá B71 í Gundadali og hjá Skála, tá ið skálamenn fáa vitjan av HB.

 

1. deild í dag

KÍ-FC Suðuroy: Rúni Gaardbo kl. 15.00

Víkingur-EB/Streymur: Alex Troleis kl. 16.00

Skála-HB: Petur Reinert kl. 15.00

B36-B71: Bent Tommy Linklett kl. 15.00

TB-B68: Súni Fríði Barbá kl. 14.00

 

Støðan undan 14. umfari

HB 27 stig

B68 26 stig

Skála 20 stig

FC Suðuroy 20 stig

Víkingur 19 stig

KÍ 19 stig

B36 18 stig

TB 13 stig

B71 11 stig

EB/Streymur 10 stig