Í Turkalandi hevur ein dómstólur varðhaldsfongslað sjey týðandi heryvirmenn, sum samstundis eru formliga skuldsettir fyri at hava havt ætlanir um at koyra stjórnina frá. Tað var í 2003, at tað bleiv avdúkað, at partar av herinum høvdu ætlanir um eitt hernaðarkvett, og umleið 50 heryvirmenn vórðu tiknir. Nú kemur málið fyri rættin, og dómstólurin í Istanbul hevur avgjørt, at fýra ovastar í herflotanum og tríggir í herinum skulu í varðhaldið at sita. Turkiska ákæruvaldið sigur, at fleiri aðrir heryvirmenn eru til avhoyringar í hesum døgum.