Hervuliga seyðasjúkan, ridluskriði, er aftur staðfestur í Føroyum.
Tað boðar Heilsufrøðiliga Starvsstovan frá í dag.
Tað er á Skælingi, at ridluskriði er staðfestur hesuferð
Í hesum sambandi hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan givið boð um, at fyribils má eingin seyður flytast úr rakta hagapartinum.
Eigarin av seyðinum hevur sjálvur sagt teimum frá, sum hava seyð í grannahøgunum.??
Tað er ólóglgt at flyta livandi kleyvdýr millum oyggjar, men tað ber til at søkja um undantaksloyvi til kleyvdýr at seta við ella til slátur.?
Men fyribils verða eingi undantaksloyvi verða givin til at flyta kleydýr úr Streymoynni.??
Kanningar eru í gongd fyri at staðfesta um hetta snýr seg um klassiskan ridluskriða, sum kann smitta, ella um ein
óvanligan ridluskriða, eisini róptur Nor98, sum ikki verður mettur at smitta.
Úrslitið av hesum kanningum eru avgerðandi fyri, um forboð móti at flyta seyð stendur við og eisini um hvussu víðari verður farið fram.
Myndin er heilt tilvildarlig.