Herverk í viðalundini

Tað er ikki altíð heilt trygt hjá viðalundini í Havn at standa úti um náttina. Um vikuskiftið varð aftur herverk framt móti beinkjunum

Summum fólkum dámar eftir øllum at døma væl at gera seg inn á deyð ting og slíkt, sum ikki fær svarað aftur. Viðalundin í Havn leggur javnan øki til slíkan ágang. Serliga er tað hesa ljósu tíðina, fólk gera um seg, sigur skógfútin.

Um vikuskiftið hevur onkur verið og gjørt seg inn á beinkirnar í viðalundini í Havn. Teir vóru allir samlir tveittir í ánna.

Tróndur Leivsson, skógfúti, sigur, at beinkirnir vóru tiknir upp aftur og settir á pláss beinanvegin mánamorgunin. Men tað er sera óheppi og irriterandi, at viðalundin ikki fær frið. Tí hon er júst eitt frístað hjá bæði fólki og kríatúrum.

Hetta, sum hendi um vikuskiftið, er einki eindømi, sigur skógfútin. -Tað síggja vit ofta, serliga hesa ljósu tíðina, tá veðrið er gott. Onkuntíð hevur tað verið verri, en tað var hesaferð. Men tað er líka sárt hvørja ferð fyri tað, sigur hann.

Tróndur Leivsson, skógfúti, harmast serliga um fuglin, sum júst nú er serliga viðbrekin, nú tað hevur verið so turt. Til dømis eru dunnurnar við at koma við ungum, og tær hava at kalla ongastaðni at fara, tí áin er so at siga turr. Og sama skilið er við tjarnunum. Tí ávirkast tær serliga nógv av slíkum gangi, sum verður hildin, tá blakað verður runt við tingunum, ið eiga at standa í friði í viðalundini.

Eitt annað hjartasuff hevur skógfútin eisini. Tað er ein áheitan á foreldur um at ansa eftir og fylgja við, hvar børn teirra spæla og við hvørjum spælt verður.

Tað sæst alt ov ofta, at børn hava verið í viðalundini við bæði sag og øks umframt knívi og høgt og skorið í trøð og runnar. Tað ger óbótaligan skaða, sigur Tróndur Leivsson, skógfúti.