mLøgreglan hevur fingið boð um at herverk hevur verið á Skansanum í nátt.
Ótangar hava verið á Skansanum við reyðari og svartari spraymáling og hava meiggja vitan, grótgarðar og eina hurð út í reyðari og svartari máling.
Tað kann takast sum um at herverkið hevur samband við grindadráp, tí tað tað eru herróp sum "killer Nation" og "Warning, killer Nation!", sum eru skrivað við stórum blóðreyðum stavum, og við svørum stavum á reyðari bakgrund.
Løgreglan veit ikki, hvør hevur framt herverkið.
Niðanfyri eru fleiri myndir av herverkinum. Myndirnar tók Anna Petersen










