Í morgun hevur løgreglan fingið fráboðan um eitt herverk á Skála. Fólk hava gjørt seg inn á eitt neyst og eisini á bátin, sum stóð í neystinum. Løgreglan sigur, at bæði kumpassin og GPS -arin eru brotin, so skaðin er ikki heilt bíligur. Annars varð eitt prutl hjá Posta í Klaksvík, stolið. Posttaskurnar vórðu tiknar av og prutlið tikið og tað er ikki afturkomið enn. |