Herverk framt ímóti bilum og skrellistativum

Ótangar gera aftur um seg í miðbýnum í Havn

Tað sær ikki út til, at talið av ótangum, sum fremja herverk í miðbýnum, og kring miðbýin í Havn fer at minka. Aftur í nátt er herverk framt.

 

Fyri løtu síðani legði Óla Jákup Rólantson, sum býr niðast á Hoyvíksvegnum myndir út av herverki, sum er framt í grannalagi hansara í nátt. Á Facebook-vangamynd hansara síggjast fleiri myndir av herverkinum.

 

Aftrat myndunum, sum Óla Jákup Rólantson hevur lagt út, skrivar hann eisini hendan tekstin: "Her hingu nummarplátur á trøunum í morgun. Bilar uttan nummarplátur og grannar við nummarplátum í skrellispannum. Sjálvt ein handikappbilur fekk av at vita. Okkara fittu indisku grannar høvdu fingið skrellispannina sorlaða. Eg vóni hesi kenna seg væl í dag, tá rúsurin er runnin av. Saknar nakar nummarplátuna NM 624, so liggur hon her hjá okkum. "

 

(Mynd: Óla Jákup Rólantson)