Hervaldið skal leita eftir snigskjúttanum

Løgreglan í Washington fær nú hjálp frá herinum og flogvápninum at leita eftir snigskjúttanum, sum hevur myrt níggju fólk seinastu fjúrtan dagarnar.

Amerikanska verjumálaráðið Pentagon boðaði í gjár frá, at tað hevði gjørt av at lata kanningarflogfør hjá flogvápninum flúgva á leiðini yvir Washington, har ein snigskjútti hevur skotið níggju fólk síðani 2. oktober.

Sambært einari lóg frá 1878 kann amerikanska hermegin ikki taka lut í arbeiðinum hjá løgregluni, men sambært Pentagon kann hervaldið nýta ymsa útgerð til at hjálpa løgregluni. Tí hevur Donald Rumsfeld, verjumálaráðharri gjørt av, at í fyrsta umfari skulu flogfør hjá flogvápninum hjálpa løgregluni at finna drápsmannin.

Úr Washington verður sagt, at Pentagon vildi ikki upplýsa, hvat slag av kanningarflogfari, talan er um, tí løgreglan hevur illgruna um, at drápsmaðurin kann vera ein fyrrverandi hermaður, og at hann tí kann hava ávisan kunnleika til útgerðina umborð á kanningarflogførunum.

Seinastu dagarnar hevur løgreglan í Washington fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum siga seg hava sæð ein hvítan vøruvogn tætt við tey ymsu drápsstøðini, men hóast umfatandi kanningar er drápsmaðurin ikki funnin enn.

Fólk í Washington eru ræðslusligin, og nógv tora illa út fyri dyr. Ein dani, sum býr í býnum, segði við danska sjónvarpið fyrrakvøldið, at síðani tann 11. september í fjør hava amerikanarar havt ein felags fígginda, men morðini í Washington hava broytt myndina. Í dag veit eingin, hvør fíggindin er.

-Eingin tosar um al-Qaeda ella Irak longur. Øll tosa um tann ókenda snigskjúttan, segði maðurin við sjónvarpið.