Herurin hevur handtikið Aung San Suu Kyi

Stjórnarflokkurin í Myanmar heldur, at herurin er við at fremja eitt kvett, upplýsir talsmaður fyri AFP.

Leiðarin í Myanmar, Aung San Suu Kyi, er handtikin. Tað upplýsir ein talsmaður fyri stjórnarflokk hennara, NLD.

Eisini landsins forseti, Win Myint, og fleiri leiðandi limir í stjórnini eru handtiknir tíðliga í morgun lokala tíð. Tað sigur talsmaðurin sambærrt tíðindastovuni Reuters.

Tey vórðu »tikin« tíðliga í morgun, sigur talsmaðurin Myo Nyunt.

– EG vil fegin siga fólki okkara, at tey ikki mugu gera nakað óumhugsað, og eg heiti á tey um at virka sambært lógini, sigur hann.

Við tíðindastovuna AFP sigur hann, at hann heldur, at herurin stendur aftanfyri.

– Vit hava hoyrt, at tey vórðu tikin av herinum, sigur hann.

– Soleiðis sum støðan hevur er nú, mugu vit meta, at herurin er við at fremja eitt kvett.

Hann leggur afturat, at hann eisini væntar at verða handtikin.

Stutt eftir boðini um handtøkurnar upplýsir almenna sjónvarpsstøðin í Myanmar á Facebook, at tey hava tøkniligar trupulleikar og ikki fáa sent. Tað skrivar Reuters.

Sambært tíðindafólki hjá BBC eru hermenn í gøtunum í høvuðsstaðnu Naypyitaw og størsta býnum Yangon.

Bretski miðilin skrivar víðari, at telefonsambandið við Naypyitaw er slitið.

Tað hava seinastu dagarnar verið spenningar millum stjórnina og landsins sterka her.

Herurin í Myanmar, sum fleiri tíggjuáraskeið hevur sitið á valdinum, vildi í síðstu viku ikki útilokað eitt møguligt kvett.

Óttin fyri einum kvetti førdi fríggjadagin til, at USA og onnur lond í vesturheiminum sendu út eina felags fráboðan.

Har ávaraðu tey ímóti »einhvørjari roynd at broyta úrslitið av valinum ella at forða skiftinum í Myanmar til fólkaræði«.

Herurin stríðist ímóti úrslitinum á valinum í fjør, sum var í november.

Tá vann flokkurin hjá Aung San Suu Kyi, Tjóðarflokkurin fyri Fólkaræði (NLD), stórsigur á sama hátt sum í 2015, sum tryggjaði NLD stjórnarvaldið.

Men herurin, sum enn hevur stórt vald í Myanmar, heldur uppá, at valsvik er farið fram.

Tað avvísir landsins valnevnd tó.

Suu Kyi hevur fyrr sitið í húsavarðhaldi í tilsamans 15 ár undir fyrrverandi hernaðarstýri.

Hon varð leyslatin í 2010 og hálvtannað ár seinni vald í landsins tjóðarting.

Í 2015 vann NLD við Suu Kyi á odda valið við meira enn 80 prosentum av atkvøðunum. Stjórn hennara tók við í 2016.

Vegna eina áseting í grundlógini, sum herurin skipaði fyri í roynd at forða fyri, at Suu Kyi kundi gerast forseti, hevur hon ikki hetta heiti. Men hon sigur í einum nýstovnaðum ebæti, sum svarar áleið til forsætisráðfrú.

Herurin hevur tó framvegis eftirlitið við týdningarmiklum økjum so sum verju, trygd og flleiri innanríkismálum.

/ritzau/