Ovastin fyri polska herinum, Andrzej Blasik, var frammi í stýrihúsinum á forsetaflogfarinum, beint áðrenn tað datt niður við russiska býin Smolensk tann 10. apríl. Tað skrivar russiska blaðið Moscow Times í dag.
Sambært blaðnum fór herovastin úr stýrihúsinum nakrar fáar minuttir, áðrenn flogfarið datt niður. Øll tey 96, sum vóru í flogfarinum, doyðu. Teirra millum var polski forsetin Lech Kaczynski.
-Herovastin vildi ivaleyst hava at vita, hvat var á vási. Hví flogfarið ikki kendi, skrivar Edmund Klich, sum stendur á odda fyri teirri serligu vanlukkunevndini, í síni frágreiðing.
Hann skrivar eisini, at hann heldur tað vera løgið, at Andrzej Blasik var frammi í stýrihúsinum.