Tórbjørn Jacobsen
Várini eru tiltikin í politiskari jargon. Tíðarskeið táið nýggjar blómur spretta og menning og gróður sæst allastaðni. Várið í fjør gjørdist eitt sindur øðrvísi, í hvussu er fyri Johan Dahl. Í 21 dagar resideraði hann í Fiskimálaráðnum. Hvørjar hansara merittur vóru í teimum turbolentu fýrsunum, veit eg ikki, men lættari er at finna mistøk hjá monnum sum hava virkað í pulserandi vinnulívinum heldur enn teimum, ið hava sitið og vermt sær knøðini inni við almennu radiatorarnar. Eitt tíðindafólk høgdi í hann við kensluløddari vitnisførslu. Maðurin hevði forbrotið seg, hevði fjasast uppi í onkrum vøddamýkingarhalloyi - saman við øðrum. Tjóðin græt. Tútbrølaði saman við konuni, sum hevði verið fyri spógvabýti. Spleysingin, sum politiska falløksin hekk í, var farin at marvast. Løgmaður og Alfred Olsen mistu nervarnar. Maðurin varð eirindaleyst ekspederaður út í kolasvarta niðu. Non grata. Eitt slag av dissidenti í okkara hugnaligu heimastýrisskipan. Nú um dagarnar frættist so frá rættarskipanini, at allur meldurin og orsøkin til exittið var uppspunnið humbukk. Harfyri hendi onki í hansara politsku formalia, men onkursvegna tykist maðurin at hava fingið áræðið og politiska sjálvsálitið aftur.
Johan Dahl er formaður í nevndini sum varðar av føroyskum uttanríkis- og trygdarpolitikki. Er tað næsta maður kann koma einum sessi sum uttanríkisráðharri í hesi neyðarsligu kommunalpolitisku skipanini, danir kroystu niður yvir okkum í 1948.
Í seinastuni hevur hann av álvara gjørt vart við seg. Og í stóran mun hevur tað eyðnast honum at skipa sær sjálvum ein politiskan profil, ið røkkur væl uppum teir flestu samgongumenninar, ja, sjálvt hansara egna formann. Táið profilurin fyri tað mesta hevur staðið á steinsettari grund, er hann tungur at fara framvið, soleiðis uttan víðari. Málið um Íslandssáttmálan er eitt. Har hevur hann meira og minni sett løgmann skát í mát. Málið um barsilsskipanina var eitt annað. Tá stríddust hann og Edmund sum úlvar á skóg. Til fánýtis. Hin fraktiónin í Sambandsflokkinum valdi at elta veika ryggin hjá løgmanni. Gitast kann um hví. Og í málinum um hvussu Hovstunnilin skuldi fíggjast vita vit, at hann var treystur í royndini at rósa hann inn aftur á fíggjarlógina. Og nú er hesin einmansherurin (ella eru teir kanska fleiri?) farin í holt við Eidesgaard í EFTA og ES málinum. Og tað er ikki við mýkindum, at hann leggur til brots í Sosialinum mikukvøldið.
Spurningurin er so, um hann er álopin av Herostratos-syndrominum ella hetta er hin stóri profeturin, ið so bráðliga er runnin upp úr móðurlandsins jørð ? Kundi eisini verið, at hetta er eitt samankók av báðum.
Spurningurin um ES limaskap hevur við tíðini mist alt sítt rationalið í politiska orðaskiftinum. Fyrst í sjeytiárunum gjørdust vit til endans samdir um, at rættast var at halda seg uttanfyri handilsfelagsskapin, sum ætlaði at sentralisera stýringina av samlaða fiskivinnupolitikkinum í Bruxelles. Og ivaleyst lá ein latentur ótti, í hvussu er á vinstraveinginum, fyri at kontinentalkapitalurin skuldi yvirrúla okkum fullkomuliga. Avgerðin kom fyri ein part av ótta fyri onkrum ókendum. Síðani hevur politiska støðan, hjá øllum flokkum, líkst meira eini trúðarjáttan, heldur enn eini støðu til ein handilsfelagsskap, sum nú er farin at rúma slakari hálvari milliard av europearum.
Okkara egni forvaltningur av fiskarípolitikkinum gjørdist sum Harra Guð veit. Endaði í ramastu armóð fyrst í nítiárunum og vit brúktu ongantíð møguleikarnar, í m.a. banka, fíggingar- og altjóða skiparakstri. Hví gjørdust Føroyar ikki eitt norðurhavsins Sveits? Onkustaðni spøkir spurningurin, um íslendingar ikki yvirhálaðu okkum júst á tí hermótinum, nú fíggjarorka fossar inn og út úr íslendskum fíggjarstovnum og landið er í fer við at blása seg upp til ein álvarsaman aktør á handilsliga heimskortinum, ímeðan vit flakna út eftir jørðini og liggja víðopnir sum potentialir hjá fremmandum íleggjarum.
Íslendskur professari í búskapi er sannførdur um, at EBS samstarvið, sum Ísland hevur við europeiska samveldið, er meginorsøkin til stóru broytingina í íslendska búskapinum. Samstarvið hevur lagt trýst á íslendska parlamentið, Altingið, politisku skipanina í landinum, at liberalisera lógir og vinnulív. Og tað grør um gangandi fót, hóast onkur er ivasamur, og situr og bíðar eftir nær ið ballónin brestur. Ígjøgnum EBS samstarvið kjálkar tú so nær veruligum limaskapi, at tú nærum røkkur at sleikja við tunguni yvir um gáttina. EBS samstarv fær tú bara um tú stendur á egnum beinum. Republikkin Ísland hevði hendan møguleikan, danska koloniin Føroyar eigur hann ikki. Tey sum ikki vilja eiga seg sjálvi, hava nú einaferð færri møguleikar í heimsmeldrinum enn hini, soleiðis er tað bara, men ráð eru fyri tí, og Johan Dahl nevnir eisini tann møguleikan í greinini. Á fyrsta sinni torir ein sambandsmaður, kanska meira av pragmatiskum enn politiskt visionerum orsøkum, at skriva soleiðis: Okkara mál eigur at verða at koma fram um Noreg og Ísland í marknaðarhøpi, og tað gera vit einans við antin eini góðari marknaðaravtalu við ES, ella við at innlima okkum í ES felagsskapin saman við Danmark, ella sum fullveldi, - um tað er tað, Føroya fólk vil.
Hart og kontant. Ímeðan Jóannes Eidesgaard situr úti í Tinganesi og snikkar eina new-sosialdemokratiska valskráð til, saman við skattaborgarafíggjaðum embætisfólki, ið hann ætlar at vinna komandi løgtingsval við, hugsi um kjøtleysu 2015 ætlanina, ið longu er farin at hanga fólki langt út av hálsinum, er Johan Dahl farin út á veruliga hermóti, og spurningurin er, um vit ikki heldur skula brúka okkara kostbaru tíð til at skifta orð við Sambandsflokkin og Johan Dahl um framtíðina, um viðurskifti okkara við ein ES markna í menning heldur enn ein EFTA felagsskap, sum verður niðurlagaður, so hvørt sum limalondini heldur velja at reiða sær ból saman við restini av Europa.
Verðin hongur nú somikið saman, at til ber ikki longur, at verja seg handan albanskar barrikadur. At spæla sum um, at vit eru eitt so serstakt fólk, at frægast er at goyma seg aftanvert sjálvskaptar múrar. Tað hava fleiri roynt, og úrslitini er alkend. Ikki sørt, at vit líða av einum Hoxha syndromið, hann smíðaði albanum eitt so rúgvismikið arsenalið av kjarnorkuresitentum bunkarum, at allir landsins íbúgvar kundu rúmast í teimum, í síni paranoya helt hann fyri vist, at allur heimurin hevði eina ella aðra merkiliga trongd eftir at teppibumba hansara forarmaða land. Vit líða eitt sindur av hesum sama. Allur heimurin skal onkursvegna vera okkara mótspælari, tó at vit ikki finnast á almenna heimskortinum.
Snávingarsteinurin í orðaskiftinum verður staturin. Føroyski staturin. Tað vóru gomlu nationalstatirnir sum skipaðu EEC felagsskapin í síni tíð. Síðani er lagt og legst afturat. At fara inn í hendan felagsskapin sum ein politiskt kynsleys donsk eltibløðra kann vera ein handilsligur fyrimunur, kann eisini fáa meira sveiggj í búskapin, sum gerst ein partur av europeiska meldrinum, men politiskt er tað ómøguligt. Søguliga gongdin og aldargamla rákið í Føroyum fram ímóti stovnanini av republikkini steðgar ikki handan europeisku gáttina. So politiskt søgu- og skilaleysur kann ongin vera. Heldur ikki Johan Dahl.
Hann opnar eisini fyri møguleikanum, at tengja fullveldið og ES limaskapin saman, at syfta báðar møguleikar í einum, og kanska áttu vit at tikið hann uppá orðið, og tjakast víðari eftir hesi leið, soleiðis at konsensus kundi fingist um hetta totalkonseptið, í hvussu er millum Tjóðveldis- og Sambandsflokkin. Teir einastu flokkarnir á Tingi, ið kunna loysa stórar samfelagsspurningar, sær tað út til, nú hetta postkoloniala konglomeratið av eini samgongu, er í fer við at fjasa seg upp í stúgva. Lat meg líka gera vart við, at greinin er eittans er skriva fyri egnu rokning, táið eg ongan formellan valdspost havi í Tjóðveldisflokkinum longur. Formaðurin og politiski næstformaðurin hava møguliga eina aðra støðu til hesi mál, og tað fer ivaleyst at frættast um hana, so hvørt sum kjakið fer at líða fram.
Johan Dahl er samgongunnar uttanríkisráðharri. Fer út við báli og brandi. Desavouerar løgmann, stjórnarleiðaran. Virkar hann sum ein Herostratos í atsøknini, tað var hann sum brendi templið í Efesos, fyri at gerast eins kendur sum Krøsus á sinni, ella er hann konverteraði profeturin, sum tjóðveldismenn skula fara at tosa við um skipanina av samfelagsbygnaðinum í Føroyum og um hvørji bond republikkin skal knýta seg at, úti í heimi, eftir at vit eru vorðin ein javnbjóðis leikari á altjóða pallinum? Tað spyrst um livst.