Hermenninir kunnu doyggja av hitaslagi

Teir tøttu og fóðraðu búnarnir skulu verja amerikansku og bretsku hermenninar ímóti møguligum irakskum evnafrøðiligum ella lívfrøðiligum vápnum, men bæði amerikanarar og bretar vænta, at fleiri hermenn kunnu doyggja av hitaslagi.

Hitin í kuwaitisku og iraksku oyðimørkini veksur dag frá degi, og tann ógvusligi summarhitin, sum á hesum leiðum kann fara upp um 50 stig, nærkast, sum dagarnir ganga.
Hóast hitastigini ikki eru vorðin so mong enn, hevur tað víst seg, at nógvir hermenn hava trupulleikar av at vera í teimum tøttu og fóðraðu búnunum, og bæði amerikanarar og bretar siga, at teir vænta at missa hermenn, tí teir kunnu doyggja av hitaslagi.
Teir sonevndu ABC-búnarnir eru púra tættir, og harafturat hava hermenninir gassmasku. Teir kunnu fáa vatn ígjøgnum eitt súgvirør uttan at taka gassmaskuna av høvdinum, men tað hevur víst seg, at tað er trupult at fáa nóg mikið av vætu. Tí er vandin fyri hitaslagi stórur, og tað kann hava við sær, at menn doyggja.
Vandin fyri, at irakar kunnu fara at nýta evnafrøðilig ella lívfrøðilig vápn ímóti amerikansku og bretsku hermonnunum, ger, at hermenninir noyðast at vera í búna og gassmasku.
- Eg vænti, at vit noyðast at vera í búnanum meginpartin av tíðini. Brestur ein iraksk granat nærhendis okkum, noyðast vit at halda, at hon er lødd við lívfrøðiligum ella evnafrøðiligum evnum. Innan fyri búnan hava vit bara eina tunna skjúrtu, men kortini er hitin ræðuligur, tí búnin er púra tættur, sigur Joseph Plenzler, sum er kapteynur í amerikanska herflotanum, og sum er millum hermenninar í Kuwait.
- Menn okkara eru útgjørdir til eitt evnafrøðiligt ella lívfrøðiligt álop, men tað er greitt, at útgerðin fer at darva monnunum, sigur Myron Sapp, sum er trygdarserfrøðingur hjá amerikansku hermegini við Persaflógvan við Reuters-tíðindastovuna.