Amerikanska verjumálaráðið umhugsar nú at banna amerikonskum hermonnum at roykja, meðan teir gera tænastu Verjumálaráðið sigur, at roykingin órógvar evnini hjá hermonnunum at hugsa seg um og at meta um støðuna.
Tí umhugsar ráðið at banna hermonnum í Afghanistan og Irak at festa sær í, tá teir koma aftur í leguna eftir ta dagligu rannsóknarferðina ella ein samanbrest við fíggindan. Teir skulu heldur ikki hava loyvi til at roykja uttanfyri.
Kanningar vísa, at ein triðingur av teimum, sum eru í tænastu hjá amerikanska herinum, roykja.