Fíggjarkreppa –
Hilmar Simonsen
hilmar@sosialurin.fo
Øll tosa um fíggjarkreppuna, sum herjar kring knøttin. Hon byrjaði fyri gott og væl einum ári síðani í USA við støði í nøkrum ótryggum sethúsalánum, sokallaðum sub-prime lánum. Altjóða kreppan hevur nú fingið óhugnaligar avleiðingar í Íslandi. Her heima hava vit verið rímuliga spard fyri ruðuleika higartil, men hvar flóta vit beint nú, spurdu vit Hermann Oskarsson, búskaparfrøðing og fyrrverandi formann í Búskaparráðnum.
Hevur tú eitt stórt upprørt hav við stórum aldum, so eru vit ein lítil jolla millum stór skip. Vit kunnu enda hvar sum helst. Men tað ringasta sum kann henda er, at tað kemur eitt slag av handilskríggi, har tað sum higartil er bygt upp við fríum handli og kapitalflutningi verður bumbað langt aftur í tíðina, sigur Hermann Oskarsson.
Hann vísir á, at vit sostatt kunnu verða rakt av fíggjarkreppuni inn gjøgnum bakdyrnar, hóast vit ikki eru beinleiðis blandað inn í nakað, sum hevur við kreppuna at gera.
Kreppan rakar ikki beinleiðis nervalagið í føroyskum vinnulívi, sum er fiskiskapur, men kann raka tann fría handilin og gera tað munandi verri at fáa útlendskan kapital til Føroya, vísir hann á.
Hermann Oskarsson heldur, at kreppan, sum heimurin upplivir í løtuni, er ein náttúrlig avleiðing av tí óvanliga vøkstri, sum verið hevur seinastu nógvu árini. Tað er einki at siga til, at tað endar galið fyrr ella seinni, um búskaparvøksturin er langt yvir meðal í fleiri ár á rað.
Seinastu umleið 100 árini eru heimsins búskapir vaksnir eini 2-3 prosent um árið í meðal, og tað er týðuligt, at vøksturin fer ikki langt upp um hetta í longdini. Vit trúðu, at KT og globalisering skuldu geva eitt ovurhonds stórt avkast, men tað kom bara ongantíð. Tað vísir seg, at vøkstur er avmarkaður hóast alt, sigur Hermann Oskarsson.
Meiri hepni enn klókskapur
Í hesum døgum stendur okkara brøðratjóð Ísland at kalla fríum falli, meðan vit hava merkt lítið til kreppuna higartil. So vit spyrja Hermann Oskarsson, hvat tað er, sum hevur gjørt størsta munin.
Tað er fyrst og fremst tann øðiliga uttanlandsskuldin hjá teimum. Tey hava keypt eina rúgvu í útlandinum fyri læntar pengar, og tað hevur nærmast gingið ov væl hjá teimum, og lønirnar eru eisini hækkaðar nógv. Var heimurin ikki farin í svart, so hevði sæð væl út hjá íslendingum, vísir Hermann Oskarsson á.
Ein freistast til at spyrja, um føroyingar hava dugað betur enn onnur at ansa eftir, ella um tað er búsksparkreppan fyrst í nítiárunum, sum lærdi okkum nøkur ting, sum kemur okkum til hjálpar nú. Til hetta svarar Hermann Oskarsson:
Ja, tað kunnu vit nokk siga. Men eg haldi tó, at vit hava verið meiri heppin enn vitug. Tað hepna er, at vit náddu ikki rættiliga at koma í gongd, áðrenn tað gekk galið. Hevði góða gongdin á heimsmarknaðinum hildið fram í eini tvey ár afturat, so hevði nokk sæð verri út hjá okkum. Fyri bert fáum mánaðum síðani var upptøka av uttanlandsláni eitt tað besta, vit kundu gera, heldur Hermann Oskarsson speirekandi fyri.
At almennu Føroyar hava meiri ogn enn skuld í útlandinum er ein stórur fyrimunur fyri okkum nú, men hetta kemst neyvan av, at vit hava dugað nógv betri:
Hevði búskaparliga framgongdin hildið fram, so høvdu føroysku fíggjarstovnarnir helst gjørt kostnaðarmiklar íløgur í útlandinum, og tað hevði neyvan sæð skeivt út, so góð støðan var, sigur royndi búskaparfrøðingurin.
Hermann Oskarsson heldur tað vera gott, at tað almenna er sloppið sær av við nógvar tungar byrðar seinnu árini, og í heila tikið væntar hann ikki, at vit fara at verða serliga hart rakt av fíggjarkreppuni, um ikki okkurt heilt óvæntað kemur undan kavi.
Vit kunnu ikki vita við vissu, hvat krógvar seg í skuffunum av vánaligum lánum her og har. Bæði Norðmenn og íslendingar hava mist nógvan pening í útlandinum. Men um ikki lík detta út úr skápinum, so sær støðan hampuliga góð út hjá okkum, tí vit eiga meir enn vit skylda í útlandinum, sigur Hermann Oskarsson.