Meinigheitshúsið í Havn verður í morgin karmur um eina stórhending, tá talan er um missión.
Tá verða nevniliga hjúnini Malan og Heri Kjærbo send út sum trúboðarar til Tanzania í Afrika, hagar tey fara í summar.
Hjúnini og dreingir teirra, Karstin og Rani verða send út gjøgnum Luthersk Missionsforening (LM) í Danmark.
Í Tanzania skal Heri m.a. undirvísa evangelistum og saman við teimum byrja eitt nýtt meinigheitsarbeiði millum ónádd fólk í Mara-økinum. Malan skal serliga taka sær av familjuni og heiminum.
Tala og sangur
Undir vígsluni, sum byrjar kl. 17 í morgin, fer Meinigheitskórið, Manskórið úr Meinigheitshúsinum, Argjakórið og eitt felagskór at syngja, og formaðurin í stýrinum, Tom Skaale at tala.
Í sambandi við útsendingina, koma umboð fyri LM at taka lut undir útsendingini. Frá LM koma formaðurin Jens C. Schmidt, aðalskrivarin Leif Rasmussen, og missiónsskrivarin fyri Tanzania, Svend Bern-hard. Hesir tríggir fara allir at siga nøkur orð undir vígsluni.
Aftaná útsendingina verður boðið til borðs í Meinigheitshúsinum, har høvi verður at bera fram heilsanir og ynski.