Hergeir vil í býráðið

Fyrrverandi løgtingsmaðurin Hergeir Nielsen hevur nú hug at royna seg í kommunalpolitikki.

Listin hjá Tjóðveldi til býráðsvalið í Vági er ikki endaliga liðugur, men Hergerir Nilesn váttar fyri Portalinum, at hann er á listanum.

- Eg havi áhuga fyri kommunalpolitikki, og eg fari at vita, um eg ikki kann vera við til at venda gongdini í Vági, sigur Hergeir Nielsen.

Listin hjá Tjóðveldi er annars komin undir land.

Fram til 2004 átti Tjóðveldi borgarstjórasessin í Vági, men tá varð samsgonga skipað uttan um Tjóðveldi, og Kirsten Strøm Bech í Javnaðarflokkinum tók við sum borgarstjóri.

Kirsten Strøm Bech hevur sagt, at hon stillar ikki upp hesa ferð.