Hergeir, hvar er minnið hjá tær farið?

Johan Dahl, løgtingsmaður

Tað sær út til at títt politiska “memory” er gott í ávísum førum, men tá tað um ávís minnið góð politisk avrik snýr seg so kiksar tað.
Fyrst má eg konstaterað at tú ikki vildi svara nágreiniliga, hvat undanfarna samgonga við tær sum 17. manni hevði játtað til Suðuroyar Sjúkrahús - orsøkin er ivaleyst at ONKI er játtað av tí sum umbiðið hevur verið um - ússaligt má sigast.
At tú so heldur ikki vilt siga hvørjum andstøðuuppskotum tú atkvøddi fyri – má so eisini verða ein ásannan um, at tey heldur ikki fingu tín stuðul. MEN tú væntar samstundis at vit sum nú eru samgongulimir skulu atkvøða blint fyri andstøðuuppskotum - álvaratos Hergeir, tú veitst væl, at soleiðis virkar politiska skipanin ikki – ikki enn í hvussu so er.

Hergeir og Suðuroyar Sjúkrahús:
At tú atkvøddi fyri at útbyggja Suðuroyar Sjúkrahús skuldi bara mangla, sum valdur í Suðuroynni- ilt hevði verið annað. Men tú vart ikki einsamallur um hetta bragd og soleiðis skal tað verða. Vit eiga at arbeiða saman og ikki áhaldandi høggast, men tað sær út til, at tú so fegin vilt hava órógv í politiska samstarvinum millum teg og “hinar” tingmenninar í Suðuroy. Ilt er at siga hví.
Greinin hjá mær um yvirupphitan hevði nú ikki so nógv við narkosulæknan at gera, - hóast vit kunnu verða samdir um, at eitt vællønt og vælkvalifiserað starv her í oynni altíð skal verða vælkomið, og verður eisini arbeitt við tí. Eitt starv munar tó lítið í tí stóra og heila, men størri ætlanir mugu til, ikki tær at siga.

Hergeir og almenn størv til útjaðaran:
Politiska minnið hjá tær má verða sera stutt tí hvør var tað sum pumpaði almenna sektorin upp við starvssetanum, so hesar frá 1998 til 2002 nærkaðust 1000 um ikki meira, og komu at kostað góðar 1,2 millardir meira um ÁRIÐ fyri samfelagið Føroyar??
Og ikki at gloyma - hvar blivu øll hesi størv sett ?? Jú meginparturin í høvuðsstaðarøkinum - hetta hóast eitt økismenningarálit bleiv gjørt, sum tá tað bleiv lagt framm vesturi í VB húsinum lovaði gyltar tíðar fyri størvum í útjaðaranum og økismenning ??
Hvar blivu størvini í útjaðaranum av sum tín samgonga lovaði útjaðaranum í 6½ ár? Her suðuri hava vit so onki sæð til tey.
Økismenningina sá ongin nakrastaðni í Føroyum nakað til, men alt meira miðsavnan sóu øll.

Hergeir og skatturin:
Tá tú so fert at tosað um skattalættan og hvussu hann skal hava avskeplað samfelagið, so er hetta púra skeivt. Hann hevur virkað júst øvugt. Arbeiðsloysið er so lágt sum nakrantíð og tær 60 mill. har um helmingurin endar aftur í samhaldfasta til gagns fyri allar pensiónistar í Føroyum avskeplar onki samfelag, tað átti ein so skilagðóður maður sum tú at kunna roknað út - men tað ger lánifestin sum fer framm sum kann blíva ein trupuleiki, tí einafer steðgar festin.
Annars hevur ein partur av førda skattapolitikkinum verið at korrigerað skattastigan aftur, tí hesin er gjøgnum mong ár við ongari korrigering blivin alt meira og meira skeivur. Tit, sum tú ivaleyst veitst, góvu fleiri hundrað milliónir í skattalætta í tykkara samgonguskeið, - MEN orsakað av at tit ikki korrigeraðu samstundis progressiva skattastigan, so goldu fólk hóast skattalætta yvir 3% meira í skattið.
Lønirnar hækkaðu hvør ár, alt meðan marginalskattaloftið var 160.000, - so at so hvørt sum ein við lønarhækkanini endaði omanfyri 160.000 í inntøku, so fekk ein toppskatt .
Vit korrigerað hendan og skal í 2008 inntøkan verða 270.000 áðrenn ein rindar toppskatt.
Roysnini hjá Tjóveldisflokkinum í Suðuroynni skal eg latað liggja hesafer.
Vágur 09.01.2007