Fyrrverandi løgtingsformaðurin, Hergeir Nielsen, er nú málaður og komin upp á hanga á Løgtingsskrivstovuni saman við nøkrum av teimum seinastu løgtingsformonnunum.
Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur tikið myndina og skrivar soleiðis á Facebook:
»Í morgun kom málningur av Hergeiri Nielsen, fyrrverandi tingformanni, upp at hanga í Løgtinginum. Vangamyndina hevur Jógvan Andrias á Brúnni málað, og haldi eg at hann hevur rakt yvirbrá og skálkabrosið væl. Listamaðurin varð umboðaður av pápa sínum, Signari á Brúnni og familjuni. Ein hugnalig løta, har Hergeir fekk góð og væl uppiborin orð við á vegnum. Hjartaliga tillukku Hergeir, og takk fyri tann førning tú barst okkum, sum einaferð vóru nýggj í politikki, tá tú dagliga gav av drúgvu royndum tínum.
Hergeir Nielsen trein inn á landspolitiska pallin, tá hann í 1979 gjørdist landsstýrismaður í aðru samgonguni millum Javnaðarflokkin, Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin við Atla P. Dam sum løgmanni. Hann var valdur á ting í 1984 og afturvaldur í 1988, 1990. Hann fall á valinum í 1994, men varð afturvaldur í 1998, 2002, 2004 og 2008. Til løgtingsvalið í 2011 stillaði hann ikki uppaftur.
Hergeir Nielsen var løgtingsformaður frá 1987–1988, eitt stutt skeið í 1989 og frá 2008 til 2011.