Sjey menn í einum hernaðarligum rannsóknarliði, sum India og Nepal hava skipað í felag, komu í gjár niðan á toppin á heimsins hægsta fjalli, Mount Everest.
Teir sjey menninir høvdu sjey berarar við sær, og allir fjúrtan menninir komu í gjár oman aftur til eina støð, sum teir høvdu gjørt sær á veg niðan á fjallið. Teir indisku og nepalsku hermenninir fóru upp á suðursíðuni á fjallinum og gingu somu leið, sum Edmund Hillary og Tenzing Norgay nýttu, tá teir sum teir fyrstu komu upp á Mount Everest fyri 50 árum síðani.
Beint eftir at teir sjey hermenninir vóru komnir niðan á toppin, komu nakrir japanar og nakrir fransmenn eisini niðaná, og tveir tímar seinni eydnaðist tað eisini nøkrum kinverjum og nøkrum suðurkoreanarum at sleppa upp á Mount Everest.