Sannlíkið er stórt fyri, at føroyski landsliðsmálverjin, Jákup Mikkelsen, eina ferð í hesum árinum er at skifta felag. Sáttmálin við Herfølge BK er galdandi til 1. juli komandi ár, men tað er ymiskt, sum bendir á, at tíðin hjá Jákupi Mikkelsen í Herfølge verður styttri enn so.
Komandi summar verður Jákup ein leysur maður, og tað vil siga, at tá fær Herfølge einki burturúr, um eitt annað felag ger sáttmála við Jákup Mikkelsen. Um Herfølge selur málverjan í sáttmálaskeiðnum, so kunnu teir krevja pengar frá felagnum, sum keypir, og tað er hetta, sum telur.
? Jákup Mikkelsen er til sølu. Í prinsippinum eru allir spælararnir til sølu. Spurningurin er bara, um vit finna ein keypara, sum vil rinda tað, ið vit halda er rímuligt, og tá tað snýr seg um málverjan hjá okkum, so er prísurin á einum sovornum støði, at møguligu keypararnir í Danmark eru fáir.
Hetta sigur Kenneth Wegner. Í síni tíð var hann á danska landsliðnum, men nú er hann stjóri í Herfølge BK. Nær Jákup fer at flyta til eitt annað felag dugir hann ikki at siga nakað um í løtuni. Tað kann vera, at tað verður um nakrar vikur, men tað kann eisini vera, at tað verður eina ferð seinni í ár.
Rætti prísurin
Tá landsliðið var saman og fyrirreikaði seg til dystin móti Bosnia, spurdu vit Jákup Mikkelsen, um nakað er í tíðindunum um, at hann skal skifta felag. Málverjin ynskti ikki at gera nakrar viðmerkingar til prátið, men hann segði kortini, at um hann skal skifta til eitt annað felag, meðan hann er sáttmálabundin við Herfølge, so skal talan vera um eitt rættuliga gott tilboð, og so kunnu vit leggja tvey og tvey saman og siga, at talan skal bæði vera um eina ikki so lítla peningaupphædd, sum verður rindað spælaranum, tá hann skrivar undir, og um eina mánaðarløn, sum er rættuliga stór.
Jákup Mikkelsen gongur í læraraskúla, og hann fer ikki bara soleiðis uttan víðari at søkja farloyvi, skifta skúla ella hvat annað møguliga kann koma upp á tal, og tí er væl skiljandi, at tað skulu stórar upphæddir á borðið.
Trupult við málverjum
Kenneth Wegner hevur gott mót um, at tað skal eydnast at selja Jákup Mikkelsen, men hann sigur samstundis, at tað ofta vísir seg at vera torført at finna keyparar til málverjar, sjálvt um teir eru góðir:
? Vit hava fleiri dømir í Danmark um hetta. Mogens Krogh í Brøndby hevur ynskt at koma út um landoddarnar, men tað eydnaðist ikki, og nú verður tað neyvan. Og vit kunnu nevna Lars Høgh, Ole Quist, Troels Rasmussen og Ole Kjær, sum í áttati árunum vóru á landsliðnum. Tað ljóðaði ofta, at teir skuldu flyta uttanlands, men tað spurdist einki burturúr, fyrst og fremst tí útlendsku feløgini ikki eru so áhugað í at keypa málverjar. Fokus verður fyrst og fremst sett á álopsspælarar og kanska miðvallarar, og málverjarnir koma aftast í røðini. Men sum sagt, so vóni og vænti eg, at tað fer at eydnast at selja Jákup, men eg kann ikki enn siga tær, hvør keyparin verður, tí tað veit eg ikki, sigur Kenneth Wegner, stjóri í Herfølge, og harvið vil hann ikki vátta tíðindini, sum hava ljóðað um, at okkurt skotskt felag skal vera áhugað í málverjanum.jh