Herfølge tapti í Valby

Frem, sum fór á húsagang og noyddist at spæla seriufótbólt, tykist av álvara at hava fótað sær aftur

Týskvøldið vóru Jákup Mikkelsen og teir í Herfølge í Valby í útsynningspartinum av danska høvuðsstaðnum. Har hevur gamla fótbóltsfelagið, Frem, sum verður sagt at hava sínar røtur í arbeiðararørsluni, heimavøll.

At siga at felagið hevur heimavøll í Valby er kanska ikki nóg neyvt. Í Valby er ein ørgrynna av fótbóltsvøllum. Har halda nógv smá fótbóltsfeløg til, og har verða nógvir fótbóltsdystir spældir. Eitt nú spæla liðini hjá føroyingunum í Keypmannahavn ofta á útivølli í Valby.

Frem hevur felagshús í Valby, og teir venja og spæla venjingardystir í Valby. Tá teir spæla landskappingardystir og steypadystir verður spælt á framsýningarvøllinum í ítróttarparkini í Valby.

Týskvøldið var Herfølge á einum av venjingarvøllunum hjá Frem. Heimaliðið vann 3?1, og tað var einki serligt hjá Jákupi og teimum. Leygardagin fara teir til La Manga í Spania at stríðast við norsk og svensk fótbóltsfeløg, sum ? á pappírinum í hvussu so er ? eru væl betri fyri, enn Frem er.

Fyri nøkrum árum síðani fór Frem á húsagang. Teir hoyknaðu, tí inntøkurnar megnaðu ikki at rinda útreiðslurnar, sum øktust stútt og støðugt.

Avleiðingin av húsaganginum var, at Frem varð sent úr bestu deildini og noyddist í staðin at spæla seriufótbólt. So at siga allir teir bestu spælararnir rýmdu. Útreiðslurnar vórðu lagaðar til nýggju fyritreytirnar. Tað vil millum annað siga, at eingin fekk pengar fyri at spæla fótbólt í Frem. Í staðin fóru teir aftur at dúva uppá felags anda og kenslu, og tað hevur gingið væl.

Frem er nú í 1. deild. Har eru teir á fimta plássi, og møguleikin fyri at flyta upp í bestu deildina verður framvegis mettur at vera til staðar. Úrslitið týskvøldið móti oddaliðnum í superliguni boðar frá, at Frem er væl fyri.