Leiðslan í kommunalu umsitingini hjá Fuglafjarðar kommunu hevur sett Herdis Beder í starv sum roknskaparfólk hjá kommununi.
Í Fuglafjarðar kommunu siga tey, at avgerðin byggir á tilmæli frá setanarbólki.
Herdis Beder er 42 ára gomul. Hon er bankaútbúgvin og hevur í mong ár starvast í bankavinnuni.
- Hon byrjar í starvinum sum roknskaparfólk hin 16 august, og vit ynskja henni bestu eydnu, siga tey í Fuglafjarðar kommunu í dag.