Ein av fleiri broytingum í ferðslulógini, sum Dennis Holm, landsstýrismaður í ferðslumálum, hevur lagt fyri Løgtingið, snýr seg um at broyta lógina um forboð ímóti at tosa í fartelefon, meðan tú koyrir bil, sum hevur verið í 2000.
– Broyting í reglunum um handhildna teleútgerð og onnur handhildin samskiftistólVið løgtingslóg nr. 68 frá 10. mai 2000 varð forboð sett fyri nýtslu av handhildnari fartelefon, meðan koyrt verður, sum landsstýrismaðurin skrivar í viðmerkingunum til lógaruppskotið.
– Síðan tá er fartelefon vorðin hvørsmans ogn, og tøkniliga menningin á økinum hevur verið sera stór. Sambært “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019-2027” og kanningum annars er manglandi uppmerksemi orsøk til fleiri ferðsluvanlukkur. Í tilmæli nr. 54 í Ferðslutrygdarætlaninistendur m.a., at: “Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkaravísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur.”
Víðari stendur, at: “Hugburðskanningar, sum Ráðið fyri Ferðslutrygdhevur gjørt, vísa, at næstan fjórði hvør førari javnan nýtir handhildna fartelefon, meðan tey koyra bil. Hetta gera tey hóast tey vita, at tað gevur bót.”
– Í onkrum av grannalondum okkara eru broytingar samtyktar um at víðka ásetingina fyri nýtslu av handhildnari fartelefon, til eisini at fevna um onnur handhildin samskiftistól, umframt at herða revsingina við at geva eitt klipp í koyrikortið fyri nýtslu av handhildnari teleútgerð og øðrum handhildnum samskiftistólum. Eisini er samtykt at frítaka løgreglu, tilbúgving, bjargingarlið og sjúkraflutningstænastur frá forboðnum um nýtslu av handhildnari teleútgerð og øðrum samskiftistólum, um nýtslan er neyðug orsakað av arbeiðsuppgávum hjá eindunum.
Føroya Politistafelag hevur yvir fyri aðalráðnum víst á, at løgreglan í Føroyum hevur tørv á, at broytingar viðvíkjandi handhildnari fartelefon og øðrum teleútbúnaði, verða framdar í ferðslulógini, tí tær hava týdning fyri arbeiðið hjá løgregluni, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.










