Herborg Torkilsdóttir á Ljósfest 2023

Herborg Torkilsdóttir er ein av sera virknu stjørnunum á føroyska tónleikapallinum, og neyvan fer ein konsert ella festivalur framvið, uttan at boð eru eftir Herborg.

 

Síðani hon í 2019 gav sítt fyrsta lag út, hevur hon verið sera virkin við útgávum og framførslum.

 

Sigast kann um sangir hennara, at tað ofta er skemt og ein góð søga, ið myndar sangevnið.

 

Hon hevur sungið sangir saman við t.d. Terja Rasmussen og  Ólavi á Váli.

 

Flest øll kenna løg sum til dømis Náttin var Okey, Álvaratos, Uttan teg og Syngja í Dur.

 

Herborg hevur oftast dugnaligar tónleikarar afturat sær, og óivað verður tað ein hugnalig og løtt løta, tá Herborg Torkilsdóttir fer á pall á Ljósfest í Vági 12. august 2023.

 

Frammanundan eru hesi kunngjørd at spæla á Ljósfest 2023: Section, Hanus G. Johansen, Marius, Hjalmar og Dagfinn við bólki og Starlight.