Herboð

Í Zimbabwe hevur Robert Mugabe, forseti, gjørt av at se3nda boð eftir eldri hermonnum, sum gjørdu tænastu í landsins frælsisbardaga. Sambært boðunum skulu teir gomlu hermenninir gera tænastu í serligum deildum, sum verða lagdar saman við stjórnarherinum. Zimbabwiski stjórnarherurin telur 40.000 mans, men tað er óvist, hvussu nógvir av teimum gomlu hermonnunum hava fingið boð um at møta til tænastu. Eygleiðarar í Zimbabwe siga, at boðini hjá forsetanum kunnu hava samband við ta spentu støðuna millum forsetan og andstøðuna. Tað er eisini komið fram, at nógvir stuðlar hjá forsetanum eru ímóti ætlan hansara at stilla uppaftur næsta ár.