Á Herberginum hjá Frelsunarherinum í Havn er nógv virksemi. Tíverri, freistast ein kanska at siga, men veruleikin er í øllum førum, at stórur tørvur er á tí arbeiði, ið har verður gjørt.
Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, hevur lagt brúkaratølini út á sín vanga á facebook. Hetta eru tølini fyri tað, ið er hent higartil í ár.
Hagtøl fyri Herbergið frá 1/1-2023-10/10-2023.
Herberg (Song fyri náttina): 306 gistingar
Dagsentrið (heit máltíð, brúsubað, vask av klæðum o.a.): 6899 Brúkarar
Mateskjur til familjur, ið mangla: 421 Stk.
- Vit á Herberginum vilja takka tykkum, í trúligani hava stuðlað okkum í arbeiði okkara, skrivar Martin Kúrberg.