KÍ og HB spældu í dag avgerandi dyst í næstbestu føroysku deildini, um hvørt av liðunum skuldi varðveita plássið í deildini.
Tað eydnaðist heimaliðnum KÍ at vinna dystin, og harvið sleppur næstbesta liðið hjá KÍ at leika í 1.deild aftur komandi ár. Næstbesta liðið hjá HB noyðist harvið ta tungu leiðina niður í 2.deild.
Dysturin millum KÍ og HB endaði við 4-2 sigri til KÍ.
Omanfyri ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Tað er myndamaðurin Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar.