KÍ hevur seinastu tveir dystirnar veruliga fingið vind í seglini. Søguríka felagið hevur vunnið á báðum oddaliðunum, og bjóðar seg nú veruliga í stríðið um evropeiska luttøku til komandi kappingarár.
Til ber at síggja samandráttin við at trýsta á pílin á myndini
Einsamalla málið í dystinum í dag skeyt Hjalgrím Elttør, tá tað restaði gott og væl eitt korter av dystinum.
Les eisini: (Ljóðsamrøða) Eyðun Klakstein: Sum at vinna á einum landsliði
Tað er myndamaðurin Jóhan Thomsen, ið eigur upptøkurnar frá dystinum í Klaksvík.
KÍ-HB 1-0 (0-0)
1-0 Hjalgrím Elttør, 73.











