Her vinnur ÍF í Klaksvík

Video: Síggj samandrátt frá óvæntaða ÍF sigrinum í Klaksvík her

Effo-deildin fór í dag í gongd aftur, eftir at kappingin seinastu tríggjar vikurnar hevur havt ein summarsteðg.

 

Mest spennandi dysturin undan umfarinum var dysturin í Klaksvík, har suverena oddaliðið higartil í kappingini, KÍ, tók ímóti ÍF. Tað vóru fá sum góvu ÍF stórvegis møguleika undan dystinum, tí í teimum báðum undanfarnu dystunum millum feløgini fyrr í ár, hevði KÍ vunnið báðar tveir 4-0.

 

Men ÍF tók øll á bóli í dag. Serliga væl upplagdur var framherjin, Adeshina Lawal, sum ikki gjørdi færri enn trý av teimum fýra málunum, umframt at hann eisini legði upp til hitt málið hjá ÍF, sum Kristoffur Jakobsen skeyt. Málini hjá KÍ skutu Páll A. Klettskarð og Jákup B. Andreasen.

 

Omanfyri ber til at síggja video samandrátt frá dystinum. Í samband við at eingin Sosialur kemur út í morgin, fara vit eisini seinni í kvøld at leggja spælarametingar út frá dystinum millum KÍ og ÍF í dag.