Her vinna kvinnurnar hjá B36 á ÍF/Víkingi

Video: Her ber til at síggja málini frá 5-0 sigrinum hjá B36 móti ÍF/Víkingi í bestu kvinnudeildini

 

Tveir dystir vóru spældir í bestu kvinnudeildini fyrr í dag. Annar var oddadysturin á Skála, har EB/Streymur/Skála tók ímóti KÍ, meðan hin dysturin var í Gundadali millum B36 og ÍF/Víking.

 

Báðir dystirnir endaðu við sannførandi sigrum til heimaliðini.

 

Í dystinum millum B36 og ÍF/Víking var dysturin tikin uppá video, og samandráttur av dystinum er gjørdur.

 

Til ber at síggja samandráttin omanfyri. Málskjúttar hjá B36 í 5-0 sigrinum í dag vóru Ásla Johannesen, sum ikki skeyt færri enn fýra mál, umframt Sesilia Olsen, sum eisini fekk eitt mál.