Her syngur Russ Taff »Heystið«

Fløgan »Faroe Islands« hjá Russ Taff kemur á marknaðin í dag. Har hevur hann millum annað eina enska útgávu av sanginum »Heystið«, sum Óli Poulsen gjørdi. Óli Poulsen hevur eisini gjørt aðrar av sangunum á nýggju fløguni hjá Russ Taff.

 

Tað er Jákup Zachariassen, sum hevur staðið fyri innspælingini av komandi fløguni hjá Russ Taff.

 

Brot úr lagnum »Heystið« ber til at hoyra á hesari leinkjuni: www.amazon.com/Harvest/dp/B005F9AOSO