Russiska herskipið - Orsk - varð víst í statsriknu russisku sjónvarpsrásini RT, men longu dagin eftir søktu ukrainskir hermenn at skipinum, sum nýggjar fylgisveinamyndir vísa her søkkur við bryggjuna í ukrainska býnum, Berdjansk.
Í russiska sjónvarpsbrotinum dagin fyri varð annars sagt, at hetta serstaka - ella unikka - herskip liggur í havnini í Berdjansk, og at ukrainski herurin er rýmdur úr økinum uttan bardaga.
Men, her fingu russar so annað at síggja.
Longu dagin eftir reklamustuntið søktu ukrainar at herskipinum, sum sambært ukrainskum myndugleikum er Orsk. Eftir ongari løtu stóð skipið í ljósum loga.
Russar hava ikki váttað, at talan er um Orsk.
Nýggjar fylgisveinamyndir vísa, at skipið, sum liggur við bryggju í Berdjansk, er søkkandi.
Sambært russisku sjónvarpsrásini skuldi skipið flyta herfólk og tunga útgerð. Skipið hevur pláss fyri 20 stríðsvognum og 40 øðrum stríðsakførum, umframt nøkrum hundrað hermonnum.
Í dag søgdu keldur í amerikanska verjumálaráðnum sambært The New York Times, at russiskar herdeildir ikki longur tykjast at hava fult tamarhald á býnum, Kherson, har suðuri í Ukraina.
Kherson var annars hin fyrsti av stóru býunum í Ukraina, sum russar fingu tamarhald á, eftir at herurin hevði gjørt innrás. Kherson er ein strategiskt týdningarmikil býur - í ein útnyrðing úr Krim-hálvoynni.
##med2##