- Teir eru gestir í Sandoy og her skulu teir bera seg at sum gestir. Gerhard Lognberg, borgarstjóri í Skopun, sum er beint afturkomin av uttanlandsferð, tekur fult undir við starvsfelaga sínum á Sandi, sum hevur sett hart ímóti hørðum og vil ikki loyva Sea Shepherd at brúka lunnarnar í bygdini at flota bátar eftir. Tískil eru lunnarnir á Sandi avbyrgdir við betong.
Les eisini: Brandur tekur kampin upp við Sea Shepherd
Eisini í Skopun er lunnarnir avbyrgdir og tað elvdi nú eitt kvøldið til samanbrest ímillum umboð fyri Sea Shepherd og virkandi borgarstjóran í Skopun.
Men Gerhard Lognberg tekur fult undir við teimum stigum, sum eru tikin fyri at avmarka møguleikarnar hjá Sea Shepherd at brúka Sandoy sum støð fyri teirra virksemi. - Sandoy skal aldrin verða ein frístaður hjá Sea Shepherd, staðfestir Gerhard Lognberg.
Hann sigur, at hann hevur spurt seg fyri, hvat hendi á bryggjuni hetta kvøldið, tá ið samanbrestur var ímillum virkandi borgarstjóran, Hallmar Winther, og umboð fyri Sea Shepherd.
- Eg havi fult álit á tí, Hallmar Winther og hann sigur, at umboð fyri Sea Shepherd vóru ógvuliga ágangandi. Hann varð álopin og tey lupu á bilin hjá honum, so støðan var álvarslig.
Gerhard Lognberg ivast ikki í, at tað lá ein miðvís ætlan við hesum, og tað var at eggja til stríð, sum helst skuldi enda við, at tey vórðu handtikin. Endamálið varð at sleppa í miðlarnar, sum tey, ið vórðu álopin.
- Tað miseydnaðist tíbetur. Men hóast vit ikki skulu eggja til ófrið, skulu vit heldur ikki slaka fyri teimum.
- Her skulu teir ikki bera seg at sum kongar, tí her eru tað vit sum ráða. Teir eru gestir og teir skulu eisini bera seg at sum gestir, leggur hann afturat. - Tann gávan, vit í øldir hava takka várharra fyri, skal Sea Shepherd ikki sleppa at taka frá okkum.
Gerhard Lognberg sigur, at tí skulu vit ikki gevast at drepa grind. Hinvegin heldur hann, at verður grind, og umboð fyri Sea Shepherd fáa høvi at leggja upp í, er stórur vandi fyri at skaði stendst av, tí tey hava eingi fyrilit, sigur borgarstjórin í Skopun.
|










