Hóskvøldið samtykti Tórshavnar býráð at gera eina byggisamtykt fyri eitt øki við Bøkjarabrekku, soleiðis at byggjast kann eitt parkeringshús til 150 bilar.
Talan er um ongirnar, sum Egil Restorff, bakari, átti við adressu í Kongagøtu, og hjá Marius Ziska, prentara, í Bøkjarabrekku. Eitt øki, ið er til støddar 1500 fermetrar.
Sum skilst á ætlanunum, skal tað bera til at koyra inn frá Bøkjarabrekku hjá bilum, sum koma oman eftir Bøkjarabrekku. Tað skal eisini bera til at koyra inn eftir lokinum á Havnará úr Kongagøtu. Ferðslan út úr aftur parkeringshúsinum verður út í Kongagøtu, har innkoyringin hevur verið til húsini hjá Egil Restoff í Kongagøtu 5.
Í uppskotinum frá eigaranum, Sp/F Frá 25. September 1978, hjá Gullak Madsen, reiðara í Hirtshals, verður pláss fyri 150 bilum, og átta íbúðir skulu byggjast á ovastu hædd.
Teir tríggir matriklarnir, talan er um, eru teir, har húsini hjá Egil Restorff, bakara, standa í Kongagøtu 5, har húsini hjá Marius Ziska standa, í Bøkjarabrekku, og matrikkulin millum Marius Ziska og gamla Hjalmar Jacobsen Bókhandil.
##med2##
Sum tey, ið ferðast í miðbýnum í Havn vita, er ferðslan nógv merkt av manglandi parkeringsplássum, og fleiri ymiskir møguleikar hava seinastu árini verið umrøddir, fyri at loysa hendan trupulleikan. Ein teirra er parkeringshús á nevndu matriklum, men eru hesar ætlanir ongantíð komnar á mál.
– Nú hevur eigarin gjørt eitt uppskot, sum tykist kunna loysa ein part av parkeringsavbjóðingunum í miðbýnum. Talan er um eitt parkeringshús í 3 hæddum (6 forskotnar hæddir), parkeringskjallara og 8 íbúðum á ovastu hædd. Innkoyring til bygningin er frá Kongagøtu, við inn- og útkoyring skipað á hvør sínum vegbana, skrivar Tórshavnar býráð.
Um semja ikki fæst við eigararnar, kann umsitingin tillaga uppskotið, so at parkeringshúsið rúmast á ognum umsøkjarans.
Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 22. juni at taka undir við tilmælinum. Málið varð samtykt í býráðnum mikukvøldið.













