Heðin Mortensen
borgarstjóri
Alt ov leingi hava vit nú bíðað eftir ambitiøsu bústaðarpolitisku ætlanini hjá landsmyndugleikunum. Vit hava bíðað í fleiri ár. Málið skuldi vera at skapa fjølbroyttari bústaðarmøguleikar, har úrvalið og umbýtið av bústøðum gerst størri, bæði millum ung og gomul, støk og familjur og annars fólk við ymiskari fíggjarorku.
Vit bíða framvegis. Hesin góði bústaðarpakki skuldi vera fortreyt fyri fólkavøkstri og búskaparvøkstri í Føroyum. Hesum verður eftir øllum at døma einki av enn á sinni. Stóra útboðið av bústøðum í Havn hevur til dømis ikki fingið húsaprísirnar niður, og lánimøguleikarnir eru ofta vónleysir.
Men vit bíða framvegis. Og hvat bleiv av vakstrarpakkanum hjá landsstýrinum, sum skuldi seta fer á vinnulívið, búskaparvøksturin, vitanarsamfelagið? Hvar eru vakstrarátøkini at síggja?
Og ímeðan sjonglera málini millum serfrøðingar, ráð og stovnar. Ting- og landsstýrisfólk klandrast regluliga innanhýsis og fyri opnari mikrofon. Einstaklingar og landspartar verða sett upp ímóti hvørjum øðrum. Og einki hendir.
Vanta ásetingar um rættindi
Vit hava lógir um ansing av børnum, men okkum vantar ásetingar um rættindi hjá teimum við serligum tørvi. Galdandi forsorgarlóg er ætlað einum fornum donskum samfelag, sum ikki longur er til. Vit hava heldur onga eldralóg. Okkum vantar ásetingar um einlig og støk, so pláss eisini er fyri teimum og teirra førleikum. Ein hópur av okkara borgarum hevur ongi ásett rættindi. Ein hópur av málum, sum áttu at verið vanlig avgreiðslumál, rekast millum embætisfólk, stýri, landsstýri og løgting – og enda í skuffuni ella detta burturímillum, og fólkini, sum ikki tíma hetta meira, flyta til síðst av landinum.
Vit bíða eftir tilbúgvingarlógini og landsbyggireglugerðini. Vit bíða eisini eftir einum altjóða universiteti og gransking við kraft í. Vit mangla ein fólkaskúla, ið torir at seta sær sjálvum krøv. Pensjónsnýskipan, klagulóg, makrelkvotur og onnur mál dansa fyri eygunum á okkum í fjølmiðlunum, meðan 2.100 fólk í besta aldri ganga arbeiðsleys.
Mistreystið er stórt og líkasælan er lemjandi. Og løgtingið vísir bert ráða- og maktaloysi, har meiningsleysir fyrispurningar og skuggaboksing er dagsins undirhald – hvønn dag.
Mugu koma víðari
Her má vend koma í, so at autoritetur og virðing aftur verða lyklaorð í mun til politisku skipanina. Vit mugu aftur finna eina góða kós og halda hana. Í dag verður bara siglt í ring. Tí er einki veiggj í, og einki ”drive”.
Løgtingið átti at brúkt alla sína orku til at smíða lógirnar okkum væntar. Men ístaðin kunnu vit staðfesta, at meginparturin av orkuni fer við IKKI at loysa málini, sum tí reka fyri vág og vind, og til at markera seg við fyrspurningum, ið bert binda fyrisitingarliga orku til onga nyttu.
Í meðan doyr samfelagið spakuliga. Her vantar slagkraft, her vantar dirvi og her vantar handling. Løgtingið hevur ongantíð verið meira lokalt og visjónsleyst enn tað sama. Eg eri samdur við fleiri sum halda, at við verandi gongd fer øll politiska og parlamentariska skipanin í upploysn, og politiska letið millum fólk bara veksur.
Eg tori at pástanda, at um landið varð rikið eins væl og Tórshavnar kommuna, so stóð betur til samanlagt. Lat tí løgtingið smíða lógir og legg øll praktisk mál út til stórar kommunalar eindir at umsita. Tí vit mugu staðfesta, at landsmyndugleikarnir megna tað ikki.
Umsótu kommunurnar málini, sluppu vit undan lokalpolitiska keglinum í løgtinginum.
Vald fyri allar føroyingar
Okkum vantar fólk, sum hugsa stórt. Ting- og landsstýrisfólk eru vald fyri allar føroyingar og ikki lokalumboð í landsins stjórn. Og tey eiga at gevast við at sita í almennum fjølmiðlum og brúka tíðina uppá togarí um lokalar staklutir og at verja sínar smáu dunnugarðar.
Løgtingið eigur at fremja lógarsmíð og ikki sum nú drukna í lokalpolitiskum møsni, sum bara fremur sundurlyndi og skapar nýggjar ósemjur. Men fram um alt vantar verulig framtøk, virkismáttur, átakshugur og góður gamaldags ”futtur í”.
So ótrúligt tað ljóðar, so loyva somu politikkarar sær enntá at undrast yvir, at familjur og vælútbúnir ungdómar uttanlands ikki tíma at flyta heimaftur. Hvør skal siga, at tað er ikki okkum, tað er galið við.
Tendra ein loftmiðil. Les eitt blað. Bara grenj, eingin handling. Vita, um tú finnur nakað, ið kann eggja einum virkisfúsum unglinga at flyta úr tryggum starvs- og bústaðarviðurskiftum uttanlands og heimaftur til Føroya?
Vit bíða framvegis. - Men vit vilja ikki bíða meira. Eitt samt Tórshavnar býráð hevur hugsað stórt og hevur sett sær mál fyri býin og samfelagið alt – mál um Føroyar sum vakstrardepil í Norðuratlantshavi.
Vit ætla ikki at lata samfelagið doyggja spakuliga, vit hava skyldu til nakað annað fyri komandi ættarliðunum.
Men eisini vit í býráðnum verða á alt ov nógvum økjum hildin føst í at bíða, bíða eftir grundleggjandi lóggávu og skipanum, sum landið skal koma við. So at siga allir landspolitikarar dyrka í løtuni sundurlyndi og ósemjur, og vilja ikki síggja, at vit føroyingar skulu kappast við útheimin, og ikki við okkum sjálvi. Samstundis leggja allar evropeiskar stjórnir alla megi í at skapa neyðugu fortreytirnar fyri menning, vøkstri og vælferð – har er nevniliga veiggj í.
Tað skal tað eisini vera her !