Fótbóltur savnar nógv fólk. Hetta sæst serliga aftur, tá ið dystir verða spældir í bestu fótbóltsdeildunum í Evropa. Nú hevur týska heimasíðan, transfermarkt.de, gjørt ein lista, har hugt verður eftir, hvørji evropeisk feløg hava bestu áskoðarauppmøtingina. Listin fevnir um fimm tær størstu landskappingarnar, ið eru enska Premier League, spanska Primera División, týska Bundesligan, italska Serie A og franska Ligue 1.
Listin sæst niðanfyri. Fremst stendur, hvussu nógvir áskoðarar eru til heimadystirnar hjá liðnum í miðal. Næsta talið tilskilar, hvussu nógvum fólki tað er pláss fyri á leikvølli felagsins. Síðani kemur miðalprosenttalið av uppmøttum viðhaldsfólki.
1. Bayern München 75.000/75.000 - 100% (Týskland)
2. SC Freiburg 23.942/24.000 - 99,76% (Týskland)
3. Chelsea 41.528/41.631 - 99,75% (England)
4. Arsenal 59.988/60.250 - 99,55% (England)
5. Manchester United 75.288/75.643 - 99,53% (England)
6. Leicester 31.948/32.273 - 98,99% (England)
7. FC Köln 49.483/50.000 - 98,97% (Týskland)
8. Everton 39.032/39.571 - 98,64% (England)
9. Crystal Palace 25.080/25.456 - 98,52% (England)
10. Stoke 27.400/27.932 - 98,10% (England)
Hesi tølini vísa týðiliga, at tað stendur best til við áskoðarauppmøtingini í Premier League og Bundesliguni. Sponsku, italsku og fronsku kappingarnar sleppa als ikki upp í part á hesum listanum.
Ikki er tað løgið, at Bayern München hevur fult hús á Allianz Arena til hvønn einasta heimadyst. Felagið hevur vunnið heili 26 týsk meistaraheiti og hevur í løtuni vunnið fýra á rað. 27. og fimta meistaraheitið á rað er ávegis, tí í løtuni er Bayern heili 13 stig frammanfyri RP Leipzig. Níggju umfør íresta í Bundesliguni.