Her kanst tú síggja ársins Nýggjárskonsert

Í kvøld hevði Føroya Symfoniorkestur árligu Nýggjárskonsertina

Eingir áskoðarar vóru til Nýggjárskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum hesaferð.

Nýggjárskonsertin var í ár sjónvarpsframleiðsl, sum varð gjørd upp undir vikuskiftið, og í kvøld varð konsertin send í Kringvarpinum.

Ivan Niclasen, stjóri í Kringvarpinum, og Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, vóru vertir fyri konsertina hesaferð.

Tú kanst síggja Nýggjárskonsertina her