Her finnur tú allar saltkassarnar í Tórshavnar kommunu

Tekniska deild hevur ment eitt kort við einum yvirliti yvir saltkassar í kommununi

Nógvir saltkassar eru at finna á gøtunum í Tórshavnar kommunu, sum eru við til at tryggja, at einstaki borgarin hevur atongd til at salta vegin. 

 

Tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu hevur ment eitt kort við einum yvirliti yvir saltkassar í kommununi. 

 

- Nú árið byrjaði við frosti og hálku, er hent at vita, hvar saltkassarnir í kommununi eru, stendur at lesa á torshavn.fo. 

 

Fylg leinkinum her fyri at síggja yvirlitið yvir saltkassarnar.