Her fann hon bana sín, peran

Granskarar á Cambridge University í Bretlandi kollvelta í hesum døgum hugtøkini ljósperur og spariperur. Tað nýggjasta eru bíligar og góðar ljósdiodur, sum lýsa í heili 60 ár. Ímynda tær, at tú ongantíð aftur skalt skifta eina brostna peru, og at hon, sum situr í lampuni, tá ið tú keypur hana, fer at lýsa í úti við 60 ár. Og at ljósið verður bæði klárari og betri enn í perunum, sum sita í lampunum í dag.

Hetta ljóðar kanska ótrúligt, men verður skjótt tann rami veruleiki, skrivar The New Scientist.

Colin Humprey, professari og leiðari av verkætlanini á Cambridge University roknar við, at tey hava funnið ein haldgóðan framleiðsluhátt av dioduperum innan fimm ár, og at hetta fer at hava við sær, at prísurin á dioduljósi minkar munandi. Higartil hevur høgi prísurin verið ein forðing fyri hópframleiðslu av dioduljósi. Men gongst sum ætlað, fer vanligi brúkarin skjótt at kunna keypa dioduljós fyri minni enn 20 krónur fyri hvørt.