Her eru ársins leikarar

Tveir nýklaktir føroyameistarar vórðu kosin sum ársins leikarar í føroyskum fótbólti í ár.

Seinasti heiðurin, sum varð handaður á ársins-tiltakinum hjá Miðlahúsinum og Fótbóltssambandinum í kvøld, var heiðurin sum ársins leikari.


Teir tilnevndu í Effodeildini vóru Adeshina Lawal og Sølvi Vatnhamar úr Víkingi umframt Odmar Færø úr B36. Her var tað Sølvi Vatnhamar, sum vann heiðurin sum ársins leikari annað árið á rað.


- Hetta er sjálvandi ein stórur heiður, og sum ger ein stoltan. Tað kemur eftir at felagið hevur fingið eitt gott úrslit. Tað er fyrst og fremst tað, sum tað gongur út upp á, segði Sølvi.


- Eg havi nógvum at takka. Serliga damuni og teimum har heima, sum svíða fyri at eg venji so ofta, legði hann afturat.


Í kvinnudeildini vóru meistarasystrarnar úr EBS/Skála, Heidi og Ansy Sevdal, sum vóru tilnevndar saman við KÍ-veteraninum Rannvá B. Andreasen. Í ár var tað Heidi Sevdal, ið fekk heiðurin sum ársins leikari.


- Tað var ein góð kensla, at tað loksins eydnaðist at vinna FM. Vit hava lagt nógva orku í hetta, segði Heidi Sevdal.


Heidi Sevdal hevur fingið ríkiligt burturúr í ár. Umframt at gerast føroyameistari, so hevur hin í kvøld fingið handað gullskógvin (toppskjútti), heiðurin sum ársins áleypari og nú eisini heiðurin sum ársins leikari.