Fimm dystir hava verið í fremstu hondbóltsdeildunum hjá kvinnum og monnum í kvøld. Heima í Vestmanna vunnu menninir hjá VÍF rímiliga tepran 25-22-sigur á H71, og hetta sama gjørdi KÍF við 27-25-sigri á StÍF. Grannarnir úr Kyndli og Neistanum spældu javnt 18-18 í høllini á Hálsi.
Kvinnurnar hjá VÍF fingu sín fyrsta sigur í ár, tá ið tær heima í Vestmanna vunnu 39-21-stórsigur ímóti Stjørnuni. Tær úr Kyndli rændu oddasessin frá Neistanum við 30-26-sigri á teimum í høllini á Hálsi í kvøld.
Atlantic Airways-deildin, menn:
VÍF – H71 25-22
KÍF – StÍF 27-25
Kyndil – Neistin 18-18
Støðan í deildini sæst her.
Fremsta deild, kvinnur:
VÍF – Stjørnan 39-21
Kyndil – Neistin 30-26
Støðan í deildini sæst her.