Sunnukvøldið endaði HM endaspælið í Brasil. Týskland gjørdist heimsmeistari fyri fjórðu ferð. Hetta var samstundis eisini fyrstu ferð nakrantíð, at eitt evropeiskt land vann heimsmeistaraheitið í Suður Amerika.
Her kanst tú síggja Týskland vinna heimsmeistaraheitið, Luis Suarez bíta mótstøðuleikaran Giorgio Chiellini og framúr góða málið hjá James Rodriguez móti Uruguay.
HM verður aftur um 4 ár. Tá verður leikt í Russlandi.










