Her eru nýggju koronutilmælini

Koronupass er eitt av nýggju tiltøkunum

Trýstið á løgmann hevur verið stórt seinastu dagarnar, nú koronusmittan hevur gjørt um seg í fleiri dagar. Fólkið hevur eftirlýst nýggj og herd tiltøk fyri at niðurberja smittuna, men útmeldingarnar frá landsstýrinum hava verið ivasamar fyri nógv. 

 

Men nú hevur koronustøðan so verið umrødd millum politisku flokkarnar í allan dag, sambært Kringvarpinum. Hetta váttaði løgmaður, Bárður á Steig Nielsen, í Degi og Viku í kvøld. 

 

Sum løgmaður greiddi frá í Degi og viku í kvøld, setur landsstýrið í verk eina ferðsluljósskipan, sum skal virka sum langtíðarætlan fyri koronutilbúgvingina.

 

Nýggju tilmælini koma í gildi frá leygardegnum 13. november.

 

Koronupassið er eitt av fleiri átøkum, sum myndugleikarnir nú seta í verk. Í mesta lagi 100 fólk kunnu savnast til tiltøk, men um fólk hava koronupass, kunnu 150 fólk hittast í bólkum. Koronupassið skal til dømis brúkast til størri ítróttartiltøk, og so skal man brúka tað fyri at sleppa inn á matstovur.

 

Eitt koronupass er eitt prógv fyri koppseting, antistoffum ella negativari test.

 

Til jólaborðhald verður mælt til, at mann tekur eina koronutest áðrenn. 

 

Tað er landsstýrið, sum eftir tilráðing frá farsóttarnevndini ger av og upplýsir, nær skift verður millum stigini.

 

Á korona.fo fer at bera til at síggja, hvørjum stigi vit eru á, og hvørji tilmæli harvið eru galdandi.

 

Tilmælini fyri tey ymisku stigini eru at síggja á hesi talvuni:

 

##med2##