Amerikanskur kavbátur søkt iranskt herskip

Mett verður, at umleið 180 herfólk vóru umborð í Iris Dena, tá herskipið varð álopið av amerikanska kavbátinum

Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at í minsta lagi 80 herfólk lótu lív, tá ein amerikanskur kavbátur søkti eitt iranskt herskip.

 

- Herskipið var Iris Dena, og hendingin fór fram út fyri Sri Lanka í dag, siga myndugleikarnir á Sri Lanka.

 

Sagt verður, at 32 herfólk vóru bjargað í álopinum á herskipið.

 

Mett verður, at umleið 180 herfólk vóru umborð í Iris Dena, tá herskipið varð álopið av amerikanska kavbátinum.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Herskipið var Iris Dena, og hendingin fór fram út fyri Sri Lanka