Tað er sjálvsagt longu komið gongd á gitingarnar hvør skal gerast næsti venjari hjá Chelsea, nú José Mourinho í dag varð sagdur úr starvi. Nógv bendir á, at talan í fyrsta umfari kann gerast um ein venjara, sum longu hevur roynt seg í Chelsea.
Sambært The Telegraph hevur Chelsea í hyggju at fáa annaðhvørt Carlo Ancelotti ella Diego Simeone sum venjara, men tað verður hildið, at Carlo Ancelotti longu hevur gjørt munnliga avtalu við Bayern München, har Pep Guardiola væntandi gevst næsta summar.
Diego Simeone er í løtuni venjari hjá Atlético Madrid, og tað er lítið sannlíkt, at hann hevur hug at gevast meðan kappingarárið í Spania er í gongd. Harumframt kostar tað Chelsea 154 mió. kr., um teir skulu keypa Diego Simeone leysan úr Atlético Madrid.
Mest sannlíkt er í løtuni, at Chelsea finnur sær ein fyribils-venjara. Besta boðið er Guus Hiddink, sum í 2009 var fyribils-venjari hjá júst Chelsea, har hann tók við eftir at Luiz Felipe Scolari fekk sekkin. Eisini Juande Ramos og Antonio Conte hava verið nevndir sum møguligir avloysarar.