Her eru málini frá seinnu hálvfinalunum

Nú ber til at síggja málini frá seinnu hálvfinalunum, sum vóru í gjár. EB/Streymur vann 2-1 á KÍ, meðan Víkingur og NSÍ spældu 1-1. Samanlagt eru EB/Streymur og Víkingur í steypafinaluni.

 

Málini síggjast við at trýsta HER.

 

Vikuskiftið 23. og 24. august verður Tórsvøllur karmur um stórt steypafinaluvikuskifti hjá bæði gentum og dreingjum, og kvinnum og monnum.

Eftir seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið er nú greitt, at tað verða EB/Streymur og Víkingur, ið skulu spæla ársins finalu, skrivar fsf.fo.

Í FSF Varpinum hesaferð eru mál og samrøður frá seinnu hálvfinalunum, sum vóru millum EB/Streym og KÍ, sum sundalagsmenn vunnu samanlagt 3-2, og NSÍ og Víking, har felagsliðið úr Gøtu og Leirvík samanlagt vann 4-3.